Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Rentan á innláni hjá privatkundum verður broytt, og samstundis verður upphæddin, sum er undantikin negativari rentu, eisini broytt. Broytingarnar verða gjørdar orsakað av handilsligum ávum.

Frá 1. januar 2021 verður rentan á innláni hjá privatkundum broytt frá -0,75% til -0,60%. Innistandandi upphæddin, sum er undantikin negativari rentu, verður samstundis broytt frá 500.000 kr. til 250.000 kr.

Til ber at hava tríggjar vannligar innlánskontur uttan at gjalda negativa rentu, um upphæddin á kontunum ikki fer uppum ávikavist 250.000 kr, 50.000 kr. og 50.000 kr. Fer upphæddin á hesum kontum uppum ásettu mørkini, skal kundin gjalda negativa rentu á -0,60% av tí upphædd, sum fer uppum markið. Um kundar hava fleiri enn tríggjar vanligar innlánskontur, verður negativ renta goldin av hesum kontum.

1. januar 2021 verður rentan á pensjónskontum eisini broytt frá -0,75% til -0,60%, og hetta er galdandi frá fyrstu krónu.

Børn og ung undantikin
Børn og ung undir 29 ár eru undantikin negativum rentum, og broytingarnar, sum eru nevndar omanfyri, eru sostatt ikki galdandi fyri kundar undir 29 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo