Tað er ein góður tjansur at vera nevndarformaður í BankNordik. Samsýningin er 600.000 krónur um árið, og ta upphæddina má Ben Arabo vinka farvæl til, nú hann eftir aðalfundin í gjár má taka til takkar við einum vanligum nevndarsessi. Formaðurin fær tríggjar grundsamsýningar. Grundsamsýningin er 200.000 krónur árliga.
Ben Arabo varð ikki afturvaldur sum formaður. Tað bleiv ístaðin normaðurin Sverre Bjerkeli (ovara myndin), sum saman við nýggju næstforkvinnuni, Jóhonnu Lava Køtlum, nú fer at standa á odda fyri BankNordik nevndini.
Sverre Bjerkeli er frammanundan forstjóri í tryggingarfelagnum Protector Forsikring ASA.
Ben Arabo hevur verið formaður í eitt ár.
Grand old man í nevndini er nú Jógvan Jespersen, sum hevur sitið síðani 1994.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo