Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri mongun árum síðani var Føroya Banki, sum hann tá æt, ein undangongubanki. Minnist lýsingar sum spar og lán,  og onnur nýbrot sum bankin gekk á odda við.

Eftir at vera farin á heysin og endurreistur við almennari hjálp og vaksin til størsta banka í Føroyum, eru tað aðrir tónar sum eyðkenna bankan sum nú ber navni BankNordik.

Hann er nú vorðin undangongubanki tá tað snýr seg um, at súgva pengar úr kundum tess, tá tá tað kemur til avgjøld. Var fyrsti banki við einum katalogi yvir hesi og hetta heldur áfram.

Tá tað kemur til forrætningsmoral er sama skil.

Minnist at fyri árum síðani lýsti BankNordik við, at um tú uppfylti 4 treytir, kundi tú sum kundi fáa frammihjárættindi.

Hesar 4 treytur vóru. 1 lønarkontu, 2 uppsparing, 3 eftirløn og 4 lán.

Um hetta var uppfylt skuldi tú ikki gjalda fyri eitt nú Netbankan eins og tú fekk aðrar fyrimunir.

Gjørdi nýtlsu av hesum og fekk fyrimunirnar.

Spurdi kundarágevan, sum er ein skilamaður, um hesir komu at vara við, tá eg einaferð gjørdist pensjonistur og lán míni útgoldin?

Hann svaraði, at tað var ilt at meta um, men at hann roknaði við at so var.

So kom tíðin, at eg fór úr starvi fyri aldur. Hevði útgoldið míni lán og hvat hendi?

Fyrimunirnir, sum eg hevði havt havt, fullu burtur og einasti møguleiki fyri aftur at fáa lut í teimum var um eg tók lán av nýggjum.

Juridist rætt, moralsk forkastiligt.

Havi verið kundi saman við mongum mongum øðrum í meira enn 50 ár og tað eru vit øll sum hava endurgoldið okkara lán og hildið okkara skildir, sum hevur gjørt, at bankin  hevur vunnið pening og kunnað vaksi seg stóran og sterkan og sum nú av álvara merkja sviðan.

Vánaligt, sera vánaligt.

Tykist sum stjórin og leiðsla bankans, sum situr við góðari løn, hevur mist sambandi við tann vanliga kundan.

Tó skal bankin hava rós fyri, at teir ikki fara eftir teimum niðan fyri 29 ár og at børn og ung framvegis kunnu seta inn pening uttan ómaksgjøld. (ikki nevnt í ùtvarpinum, men stóð at lesa í Sosialium á baksíðuni)

NB: Hevði annars vænta eina viðmerking um hesi gjøld frá Landsfelag Pesjonista.

Tá tað í dag 21/7 stendur at lesa á Vágaportalinum, at BankNordik kemur út við størri vinningi enn vanta, havi eg henda spurning til stjóran.

Tá tað í ”kataloginum” tykist møguleiki fyri at gera mun á fólki 29 ár og yngri.

Hví ikki lata sama gera seg galdandi fyri fólk 67 ár og eldri. Hesi sum hava verið trúgvir kundar, røkt sínar skyldir, og eru orsøkin til framgong bankans?

Hava hesi ikki rætt til at sleppa undan avgjøldunum á sama hátt sum tey sum eru 29 ár og yngri ella hvussu ætlar BankNordik at løna teimum?

Vit eru mangir pensjonistar sum saman við mær eru spentir uppá svar.

Kundi í BankNordik.

Jóhan P. Højgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo