Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

”Reyð modell” (2022)

”Vetrarsól yvir Havnina” (2022)

”Vetrarmynd móti Nólsoy” (2022)

”Reyð modell” (2022)

”Vetrarsól yvir Havnina” (2022)

”Vetrarmynd móti Nólsoy” (2022)

BankNordik-savnið: Í januar 2022 hevur BankNordik-savnið keypt føroyska samtíðarlist. Tað er fimm ára avtalan millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og P/F BankNordik um stuðul at keypa føroyska samtíðarlist, sum ger hetta møguligt. BankNordik-savnið hevur eftir hesum leisti keypt trý listaverk eftir listamannin Torbjørn Olsen.

Møguliga hevur ættin úr Haldarsvík havt ein leiklut á tann listarliga førningin, sum Torbjørn Olsen er ríkaður við.  Í Fólkateljingini  í 1850 fyri Mikines er langomma S. J. Mikines; ”Susanne Joensdatter, F: 1814 fra Haldersvig, gift med Joen Joensen, F: 1804.”  Susanne er ættarfólk hjá Torbirni Olsen, so hann og Olsen brøðurnir og fleiri í tí ættini hava og hava havt góð listarlig evni. Sum ungur drongur arbeiddi hann nógv við at tekna og mála vatnlitsmyndir. Hann varð hildin til at tekna og mála av foreldrunum. Í teimum mongu summarfrítíðunum hjá abba og ommu á Bø í Haldarsvík fekk mammubeiggin, Johannes, sum sjálvur hevði listarligar gávur, stóra ávirkan á Torbjørn Olsen.

Sum so nógv onnur føroysk listafólk fór Torbjørn Olsen eisini eitt tíðarskeið til Keypmannahavnar fyri at nema sær útbúgving. Í tíðarskeiðinum 1972-74 gekk hann á tekniútbúgvingini hjá Robert Askov-Jensen á Ny Carlsberg Glypotekinum. Hann kom heimaftur 11 ár seinni við einum listarligum førningi, ávirkaður av øllum hann hevði sæð og nomið sær.

Torbjørn Olsen er fjøltáttaður listamaður; tematiskt málar hann føroysku náttúruna, býarmyndir, portrettir, altartalvur og mangt annað. Hann er framúr koloristur, sum hesar tríggjar myndirnar, sum BankNordik-savnið hevur ognað sær, bera prógv um. Hann abstraherar í ein mun frá motivinum í málningunum og letur litirnar fáa høvuðsleiklutin, sum ger listana sera áhugaverda.

Torbjørn Olsen er ein hollur portrettmálari og sigst at vera ein tann besti í Norðurlondum. Eitt av høvuðsverkum hansara er portrettið av Rosu av Rógvu (1993), sum er framúr góð. Hann hevur eisini málað fleiri altartalvur í Danmark og í Føroyum. Altartalvan í Haldarsvík (1996) er eitt annað av høvuðsverkum hansara; temað er tann heilaga kvøldmáltíðin, sum er ein parafrasa yvir kvøldmáltíðarmyndina hjá Leonardo da Vinci.

Torbjørn Olsen hevur málað bæði uttandura og frá útsýninum úr atelieriunum, hann hevur búleikast í gjøgnum tíðina. Tað eru sera nógv týdningarmikil verk út yvir Vestaravág frá tíðarskeiðinum, tá ið hann húsaðist í smiðjuni hjá Wenzel úti í Bakka. Nú eru myndirnar úr atelierinum í Eiriksgøtu yvir Havnina. Verkini, sum BankNordik-savnið hevur ognað sær, eru øll málað í Eiriksgøtu.

”Reyð modell” (2022)

”Vetrarsól yvir Havnina” (2022)

”Vetrarmynd móti Nólsoy” (2022)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo