At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Søgan um, at ein føroyskur peningastovnur møguliga er misbrúktur til hvítvasking vekir eyðsæð ans í Føroyum. Kringvarp Føroya hevur í fleiri umførum vent sær til BankNordik við spurningum um málið, sum verður nógv umrøtt í hesum døgum, men bankin hevur hvørja ferð víst til hvítvasklógina, sum bankin hevur lógarskyldu at halda. Hvítvasklógin áleggur bankanum tagnarskyldu, ið merkir, at bankin undir ongum umstøðum kann úttala seg um ítøkilig mál. Tagnarskyldan merkir sostatt, at bankin hevur skyldu til at tiga - í óavmarkaða tíð.

Revsivert at bróta tagnarskylduna
Um bankin gongur ynskinum hjá fjølmiðlum á møti og svarar spurningum um ítøkilig mál, er tað lógarbrot og revsivert. Tað er galdandi uttan mun til, um bankin hevur almennar ella privatar eigarar, annaðhvørt illgrunin viðvíkur smáum ella stórum peningaupphæddum, og hóast politikarar og fjølmiðlar royna at trýsta bankan til at bróta lógina fyri at fáa svar um ítøkiligar spurningar.

Av omanfyrinevndu orsøkum ber tí ikki til hjá bankanum at viðmerkja ítøkiliga málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo