Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kursurin á partabrævinum hjá BankNordik hevur gjørt eitt ordans lop seinastu dagarnar. Hann er vaksin við 16,2 prosentum seinastu 7 dagarnar og liggur nú 175,5 kr. Tað er ein vøkstur uppá 44% í eitt ár.

Partabrævið verður nú handlað til eitt price earning uppá 9, har miðal fyri danskar bankar er 8. Price earning vísitalið sigur nakað um, hvat ein keypari skal gjalda fyri hvørja krónu av tí yvirskotinum, sum bankin væntar sær í framtíðini. Seinastu trý árini er partabrævið hjá BankNordik vaksið 78% í virði.

Bankin boðaði um mánaðarskiftið frá eyka vinningsbýti uppá 46,8 krónur fyri partabrævið, svarandi til eitt samlað eyka vinningsbýti uppá 450 milliónir krónur. Pengarnir koma frá søluni av danska virkseminum hjá bankanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo