Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

BankNordik: Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa rentan hjá tjóðbankanum hava við sær, at BankNordik fer at lækka renturnar hjá privatkundum í mars komandi ár. Sostatt verður rentan á innlánskontum hjá kundum, ið eiga omanfyri 500.000 kr. lækkað niður í -0,75 % p.a. Sama renta verður galdandi fyri pensjónskontur.   

BankNordik tekur sostatt somu avgerð sum fleiri danskir peningastovnar, hvørs kundar seinastu mánaðirnar hava fingið negativa innlánsrentu. Orsøkin er lága rentustøðið, ið hevur við sær, at bankin í eitt longri tíðarskeið hevur havt útreiðslur av innlánum, sum kundar hava í bankanum.
 
- Higartil hava privatkundar verið undantiknir negativari rentu, og vit høvdu vónað, at tað ikki fór at gerast neyðugt at seta negativa rentu á privat innlán. Útlit eru tó ikki fyri, at rentustøðið fer at hækka fyribils, og tí hava vit tikið avgerð um at tillaga okkara rentur, so tær í størri mun samsvara við marknaðargongdina. Sostatt lækkar rentan á bústaðarlánum við 0,2 %-stigum, soleiðis at lægsta bústaðarrenta verður 2,75 % p.a. Fyri privatkundar verður negativ innlánsrenta sett á upphæddir omanfyri 500.000 kr. umframt á pensjónskontur, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
 
Børn og ung undir 29 ár verða tó undantikin negativum rentum og fáa í staðin 0,00 % p.a. í rentu á øllum innlánskontum og pensjónskontum. 
 
Kundar, ið vilja sleppa undan at gjalda negativa rentu, kunnu økja møguleikan fyri størri avkasti við at gera íløgur fyri peningin. Tað ber til at gera íløgur gjøgnum Netbankan, og eisini ber til at fáa serfrøðingar at røkta íløgurnar. Íløgur hava tó samstundis altíð ein ávísan váða við sær, og BankNordik fer í næstum at seta seg í samband við kundar, ið verða ávirkaðir av rentubroytingini, til tess at greiða frá teimum møguleikum, ið kundarnir hava. 
 
Samstundis sum renturnar verða tillagaðar, broytir bankin eisini prísir og einfaldar fyrimunaskipanina fyri at styrkja inntøkugrundarlagið og tryggja kundunum uppaftur betri ráðgeving. Frameftir fer fyrimunaskipanin sostatt bert at hava tvey stig: Nordik+ og NordikPremium. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo