Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Seinasta verkið sum var selt á Sotheby's í gjárkvøldið, fór fyri yvir 1 millión pund. Men brádliga var kenda Banksy-myndin á mystiskan hátt oyðiløgd í einum pappírstægara.

NRK skrivar at tey sum vóru til auksjónina gjørdust ikki sørt bilsin. Har kom brádliga eitt ljóð frá har, sum myndin hekk og myndin fór at tægast sundur. Talan var um myndina «Girl with a Balloon».

Alarmurin fór brádliga at ýla inni í Sotheby's og fólk royndu at bjarga myndini, men har var einki at gera. Myndin var hálað niðureftir og út úr rammuni. Og niðara helvtin av myndini var tægað, sum fór hon gjøgnum ein pappírstægara.

Tað sá út sum var eitt fjalt tól í rammuni ætlað til at oyðileggja best umtóktu myndina hjá bretska listamanninum Banksy.

NRK skrivar, at tey sum vóru á auksjónini spurdu hvat var á vási. Var kendasti gøtulistamaðurin í Stórabretlandi sjálvur hjástaddur, tá ið myndin tægaðist? Spekulasjónirnar vóru fleiri í gjárkvøldið, og spurt var eisini, um hetta var eitt stunt til tess at fáa prísin upp?

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo