Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í Gamla Seglhúsi er listaframsýning við Bárði Jákupssyni um dagarnar. Í dag var fernisering, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu.

Bárður Jákupsson er ein av Føroya fremstu listafólkum, og um dagarnar hanga 25 málningar hjá honum til søluframsýning í Gamla Seglhúsi. Framsýningin er uttan heiti, og allir málningarnir eru oljumálningar.

Í dag var fernisering, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu. Bárður Jákupsson var eisini sjálvur til ferniseringina og fleiri vitjandi nýttu høvið at heilsa uppá listamannin, sum sjálvur sigur, at málningarnir í framsýningini kunnu býtast í tríggjar ymiskar bólkar eftir stíli.

Niðanfyri er røðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra endurgivin:

Góðan dag øll somul og takk fyri, at eg varð boðin at halda røðu til hesa ferniseringina.

Eg trúgvi, at í einum samfelag sum tí føroyska er tað altavgerandi, at vit hava borgarar, sum eru aktivir á fleiri ymsum økjum.

Fólk, sum hava nógvar gávur og brúka tær væl.

Bárður Jákupsson er eitt av hesum fólkum, sum eg hugsi um.

Tí umframt at vera listamaður, hevur Bárður eisini aðrar dygdir, sum koma samfelagnum til góðar.

Eg havi lisið eitt sindur uppá, og eg kann fortelja, at:

Hann er føddur á Tollaksmessu í 1943 og er sostatt 71 ára gamal.
Hann er giftur Hervør Lützen og tey eiga tríggjar synir.
Hann er sjálvur sonur ein av okkara fremstu rithøvundum.
Nemliga Hans Jacob Jacobsen, sum vit kenna betri sum Heðin Brú.

Bárður hevur sanniliga lyft arvin eftir pápa sín, sum ein av føroya fremstu mentanarberarum.

Eftir lokna læraraútbúgving tók hann tvey ár á listaháskúlanum í Keypmannahavn, áðrenn hann kom aftur til Føroya í 1972.

Tá tók hann við sum lærari á Fólkaháskúlanum. Her var hann lærari í seks ár – til 1978, tá hann gjørdist leiðari á Listaskálanum.

11 ár seinni fór hann í starv sum stjóri í Listasavn Føroya. Hetta var í 1989, og her var hann stjóri fram til 2003.

Vit kenna eisini Bárð í fleiri øðrum leiklutum.

Vit kenna hann fyri tey mongu frímerkini, hann hevur myndprýtt fyri Postverkið.

Vit kenna hann sum ritstjóra á tíðarritinum Mondul.

Og vit kenna fleiri góðar bøkur um list og listafólk, sum Bárður hevur skrivað.

Eg skal ikki gera meg alt ov klókan uppá list.

Men sum gemenur, áhugaður áskoðari dugi eg at síggja hugflogið og fjølbroytni í málningunum hjá Bárði.

Framsýningin her rúmar trimum ymsum stílum, og tað avspeglar hvussu fjølbroyttur Bárður er í sini list. Líkasum hann eisini er tað í sínum virki.

Litspælið í málningunum er ikki at taka feil av, og teir kunnu tulkast ymsar vegir, alt eftir eygunum, sum síggja.

Tað ber eisini til at standa longri við sama málning.

Tá koma nýggjar myndir í myndini til sjóndar.

Bergtakandi teknikkur.

Og sum sagt: eg eri ongin listaserfrøðingur, men míni eygu síggja, at:

Bárður Jákupsson er listafólk av Guds náði
Hann er royndur savnsleiðari
Hann er kendur frímerkjaprýðari
Hann er væl lisin rithøvundur

Og eg kundi hildið áfram við núverandi og fyrrverandi titlum. Tí eg havi verri enn so verið inni á øllum, sum Bárður hevur fingist við.

Niðurstøðan er greið:

Bárður Jákupsson er eitt multitalent.

Ein meining við list er at vekja tankar. Eitt dugnaligt listafólk megnar at fáa áskoðaran at reflektera.

Tað kann sjálvandi bæði vera inneftir, úteftir, uppeftir og niðureftir.

Avmarkingar taka seg ikki væl út í list.

Og tá ið vit tosa um listina í hesi framsýning, so liggur tað eisini nærri at hugsa um møguleikar heldur enn avmarkingar.

Við málningunum hjá Bárði skapast ein nýggjur heimur.

Ein heimur, sum ikki var til, áðrenn listamaðurin tók pensil í hond.

Ein heimur, sum stendur opin fyri tulking og úrtøku.

Ein heimur, har vit áskoðarar kunnu sveima frítt.

Og tað fara vit jú at kunna í nakrar vikur, ímeðan málningarnir hjá Bárði prýða veggirnar her í Gamla Seglhúsi.

At enda vil eg takka Bárði fyri at koma til Klaksvíkar við hesum 25 verkunum.

Og eg vil takka tykkum í Gamla Seglhúsi fyri at skipa fyri.

Takk fyri tykkara megnar arbeiði, sum blesur lív í mentanarlívið í Klaksvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo