Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Sunnudagin 4. februar letur upp ein sera áhugaverd framsýning við verkum eftir Bárður Jákupsson.

Hetta er aðru ferð Bárður sýnir fram í Gamla Seglhúsinum.

Peter Michael Hornung sigur soleiðis um listamannin: "Bárður Jákupsson er ekspressionistur eftir náttúrunnar treytum, og hann veit sum fáur hvussu tað málandi pensilstrokið er ført fyri á kalligrafiskan hátt bæði at sleppa tí gamla heiminum og avdúka ein nýggjan. Tvinnandi sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði: Málningsins náttúra – og Føroya, og tær eru felags um at vera í skapbráðari rørslu og støðugari broyting".

Fernisering verður sunnudagin 4. februar kl. 14:00 og kemur Jógvan Skorðheim borgarstjóri at bera fram nøkur orð. Somueliðis verður tónleikur og lættari ábit.

Framsýningin hongur uppi fram til mikudagin 28. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo