Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tann føroyska bókin, Træið, eftir Bárð Oskarsson hevur vunnið barna- og ungdómsvirðislønina hjá Útnorðurráðnum. Tað varð almannakunngjørt í dag á Mýrin, altjóða barna- og ungdómsbókmnentafestivalurin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.

Soleiðis grundgav dómsnevndin:

”Dómsnevndin hevur havt Træið, tí at bókin hevur einfaldar og skemtingarsamar tekningar, við dámligum huglagi. Søgan, sum er samansett av teksti og myndum hava eina heimspekiliga dýpd, sum koma til sjóndar í fleiri løgum.” 

Hesi vóru tilnevnd:

Føroyar: Bárður Oskarsson, Træið, myndabók, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2017.
Grønland: Maja-Lisa Kehlet, Kammagiitta! Vil du være min ven?, myndabók, Milik, 2017.
Ísland: Kristín Ragna Gunnarsdóttir, Úlfur og Edda og dýrgripin, skaldsøga, Bókabeitan, 2016.

Virðislønin verður handað annaðhvørt ár. Tær ymisku dómsnevndirnar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi velja eina bók frá hvørjum landi. Ein útnorðurlendsk dómsnevnd, sum er mannað við formonnunum úr londunum í útnorðri, veldur eina av teimum trimum bókunum.

Oddfríður Marni Rasmussen umboðar føroysku dómsnevndina, Hildur Ýr Ísberg ta íslendsku og Erika Baadh Nielsen ta grønlendsku. 

Virðislønin er á 60.000 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo