Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsumálaráðið kl 17:41: Metnógvir tilburðir eru nú staðfestir í Føroyum. Í alt hava 291 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 45.849 kanningar.

Tann 5. august vórðu 1.863 kanningar framdar. Smitta varð staðfest í 38 av hesum kanningunum.

Í gjár tann 6. august vórðu 3.290 kanningar framdar. Enn mangla 763 kanningar at verða greinaðar. Í teimum 2.527 kanningunum, sum eru greinaðar, eru 12 smittutilburðir staðfestir. Heitt verður tí á øll, sum lótu seg kanna hósdagin 6. august, um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk. Úrslitini verða dagførd skjótast gjørligt á corona.fo og á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.

Ein útlendingur, sum hevur ligið innlagdur á sjúkrahúsinum, er nú útskrivaður og staðfestur frískur.

Sostatt eru 98 persónar smittaðir í løtuni. 32 av hesum persónunum eru farnir av landinum aftur. 

Í alt hava nú 291 persónar fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og nú eru so 193 av hesum staðfest frísk aftur.

Støðan í Føroyum er sera álvarsom, og smittan breiðir seg sera skjótt. Heitt verður á øll um at minnast til frástøðuna og góða reinføri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo