Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hví verður fokus bert sett á fátæk undan jólum og undan løgtingsvali?

Hava vit ikki fátæk fólk í Føroyum aðrar tíðir?

Undan valinum skipaði Miðlahúsið og helst eisini ÍMGT fyri innsavning til fátækar føroyingar, undir heitinum "Meðan vit bíða".

Undan valinum kastaði Kringvarpið eisini ljós á - helst í fleiri sendingum - hvussu illa statt var hjá fátækum familjum í Føroyum.

Og undan jólum hevur nú í mong ár verðir skipað fyri innsavningini hjá ÍMGT.

Men hvat so áðrenn summarferian byrjar og fólk skulu út at ferðast?

Og áðrenn skúlarnir byrja?

Og undan páskum?

Er tá øll fátækt burt?

Skulu vit trúgva tí, sum mentamálaráðharrin Rigmor Dam skrivaði undan valinum, at nú verða tey fátæku ríkari, og tey ríku fátækari:

Sambandsflokkurin og Miðflokkurin og Fólkaflokkurin hava sett kílar í føroyska samfelagið, og gjógvin millum tey, sum hava, og tey, sum onki hava, er vorðin alsamt djypri.

Vit síggja ríkidømið hjá teimum fáu: Flotbrúgvarnar flóta yvir av glasiligum stuttleikabátum, summi ferðast sum ongantíð áður, bilasølan er eksploderað, eins og kappingin um flottastu borgina, campingvognin og brúðargávuna.

Hetta samstundis sum, at vit vita, at onnur fáa ikki mánaðarlønina at røkka longri enn eina viku.

Javnaðarflokkurin fer at leggja annan fordeilingspolitikk fyri dagin, tí vit eru errin av okkara kjarnumáli: At lyfta botnin upp í miðjuna. At skapa eitt samfelag, har fá hava ov nógv, færri ov lítið og flest hava nokk.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo