Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Eftir at hava skorað hat trick móti Apoel í vikuni, fylgdi hann upp við tveimum málum, tá ið Tottenham í gjár vann 4-0 á Huddersfield í Premier League.

Eftir málturkin í august hevur Kane skorað tilsamans 13 mál í september.

Higartil í álmannaárinum 2017 hevur álopsstjørnan í Tottenham skorað 36 mál tilsamans í øllum kappingunum.

Í fimm teimum størstu kappingunum í Europa er tað bara Messi sum hevur skorað fleiri mál enn Kane. Argentinarin hevur skorað 43 mál tilsamans síðani 1. januar 2017, skrivar norska TV2.

Hesir leikarar hava skorað flest mál higartil í 2017 í øllum kappingunum:

  • Lionel Messi, Barcelona, 43 mál
  • Harry Kane, Tottenham, 36 mál
  • Edinson Cavani, PSG, 35 mál
  • Robert Lewandowski, Bayern München, 34 mál
  • Pierre-Emerick Aubameyang, B. Dortmund, 33 mál
  • Cristiano Ronaldo, Real Madrid, 31 mál

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo