

Tað eru nú í alt 169 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4.065 kanningarúrslit. Úrslitið fyri seks kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Eftir at uppgerðin í gjáramorgunin varð almannakunngjørd, var komið eftir, at 167 og ikki 168 persónar høvdu fingið staðfest smittuna. Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru í alt 74 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna.
Tríggir persónar er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo