Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað er ynski um at styrkja bondini til Afrika og arvin hagani sum ger, at Commonwealth landið Barbados nú hevur tikið stigið til lýðveldi, skrivar The Guardian.

300.000 fólk búgva á karibisku oynni, og 90% av teimum eru svørt.

Viðurskiftini við fyrrverandi móðirlandið eru góð, og Charles Prinsur er hjástaddur á hátíðarhaldinum, sum er í dag.

Nógv ungfólk seta í dag Barbados í samband við songkvinnuna Rihanna, sum skal vera millum heimsins mest múgvandi kvinnuligu sangarar, ikki minst tí hon hevur dugað so væl at selja eitt nú luktilsi og vakurleikavørur í samband við tónleikin.

Sandra Mason, sum higartil hevur verið eitt slag av ríkisumboði á Barbados, verður fyrsti forseti landsins.

Annars er búskaparliga støðan á Barbados onki serlig, ikki minst tí at ferðavinnan, sum er stórur partur av búskapinum, er so meint rakt av koronasóttini. Arbeiðsloysið er stórt og tað er vorðið alsamt dýrari at liva og virka har seinastu árini, frættist.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo