Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eftir at hava staðið fyri vertshúsinum Maggies í Nólsoy í 18 mánaðir fara Edvard J. Skúvadal og Barbara Andreasen nú at standa fyri rakstrinum av Hotel Klippen, sum er í Gudhjem á Bornholm.

Unga parið boðar á facebookvanganum frá, at tey frá 1. mars fara at lata upp á sólskins-oynni, sum tey siga.

Tey greiða frá fyri VP, at ferðavinnan á Bornholm líkist teirri føroysku - tað er friðarligt vetrarhálvuna, men nógv at gera um summarið.

- Hotellið hevur júst fingið nýggjan eigara, Martin og Jannie Thorborg, so bókingar skipanir og heimasíða skulu gerast um. So planurin er at vit opna fyri bókingum umleið 1. mars, so fáa vit ein bleytan start og kunna seta okkum orduliga inn í tingini so at vit eru klár at skrúva for frá 1. Apríl, sigur Edvard í stuttum boðum.

Hotellið hevur 22 kømur og matstovu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo