Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hví altíð gera sum Metta og Danmark?

New Zealand er í somu støðu sum Føroyar, tey eru Koronafrí!

Men tey gera ikki sum vit, tey tvinga ikki teirra gomlu og ungu at sita inni - Har sleppa tey alt, ja alt, uttan at ferðast!

Tí Jacinda Ardern og stjórn hennara hava avgjørt at læsa markini og lata fólkini í koronafríá landinum liva so gott sum vanligt, tey hava gjørt tað tey kalla eina koronaboblu - Smittufrítt økið.

Hetta kundu vit eisini gjørt í Føroyum, men her hevur landsins leiðsla valt at Mette Frederiksen og danska stjórnin skulu ráða um hvør skal sleppa inn í Føroyum!

Prísurin fyri hetta er, at okkara gomlu skulu sita innilæst á ellisheimum og okkara ungu skula ikki sleppa í dans ella á festivalar.

Hetta kann tykjast sum ein høgur prísur fyri at danskarir og týskarir skula sleppa til Mykinesar og Saksunar…

Ikki at gloyma at við hesi avgerð, er helst bara ein spurningur um tíð, til at sjúkan aftur verður staðfest í Føroyum og so skula vit byrja umaftur, har vit vóru hálvan mars….

Alt hetta av tí, at okkara kosnu fólk ikki tora at siga hertil og ikki longur - Alt hetta tí okkara kosnu fólk lata avgerðarættin til danir, heldur enn at vit taka ábyrgd sjálvi!

Brandur í Dali

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo