At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Øll foreldur at børnum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu hava fingið boð um, at bókingarskipanin BARN skiftir innritingarskipan frá MínumLykli til Samleikan. Hetta fer fram 15. mars 2021.

Hetta er liður í arbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu at talgilda tænasturnar á fleir mótum.

Harafturat er kommunan farin undir at menna eina app, sum skal gera samskiftið millum foreldur og dagstovn trygt og lætt. Henda appin krevur eisini innritan við Samleikanum. Tá ið appin verður slept um stutta tíð, verða Facebook og onnur daglig samskiftisamboð strikað, soleiðis at alt samskifti gongur fyri seg umvegis appina og boðtalvurnar á stovnunum.

Talgildu Føroyar fáa bara skrásett eitt avmarkað tal av Samleikum í senn, og tískil heitir kommunan á øll um at skráseta seg á Samleikan í góðari tíð áðrenn skiftið 15. mars 2021. Hetta tryggjar øllum atgongd til bókingarskipanina, samskiftisappina og kommunalu tænasturnar annars.

Foreldur brúka BARN-skipanina, tá ið tey skulu bóka børnum sínum pláss í vøggustovu, barnagarði og seinni skriva børnini inn í frítíðarskúla, forskúla og skúla.

Tað er ómakaleyst at fáa sær Samleikan. Far inn á heimasíðuna hjá Samleikanum og fylg vegleiðingini. Tú fært eisini kunnað teg nærri á heimasíðuni hjá kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo