Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkakirkjan: Í vár fer Fuglafjarðar kirkja at skipa fyri einum nýggjum tiltaki undir heitinum “barnakonuløtur”. Talan er um samrøður fyri barnakonur um eksistentiellar spurningar, sum ofta stinga seg upp í viðgongutíðini. Tiltakið er í kirkjurúminum og tað eru Poulina Abrahamsen, ljósmóður, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, sum stíla fyri. Samrøðan verður kring eitt borð í kirkjurúminum. Byrjað verður víð einari andakt, og síðani hevur jarðarmóðurin eitt upplegg til samrøðuna.

Eitt líknandi tiltak er roynt einaferð í einari danskari kirkju, og inspireraði hetta ljósmóðurina og prestin at royna tað í Føroyum. Bakgrundin er ein PhD-ritgerð, sum var gjørd í 2015 av Christinu Prinds, ljósmóður. Í hesum sambandi gjørði hon eina spurnablaðakanning millum 517 barnakonum, har 88 procent svaraðu ja til: ”At fáa barn fekk meg at hugsa nógv meira um, hvussu viðbrekið lívið kann vera. Og 64 procent av kvinnunum svaraðu ja til útsøgnina ”At gerast mamma fekk meg at hugsa um nakað, sum er størri enn meg sjálv”.

Niðurstøðan hjá Christinu Prinds er m.a, at føðing, eins og deyði, skapar eina eksistentiella avbjóðing, sum vit eiga at geva rúm fyri.

Meðan ein er við barn, eru nógvir spurningar, sum stinga seg upp, sum ein vanliga kanska ikki hugsar so nógv um. Hvussu hevur man sjálv haft tað sum barn? Hvussu man fer at rigga sum foreldur? Kanska er tað onkran, man saknar ella er nakað, sum man stúrir fyri - tildømis sjálv føðingin. Vanlig mannagongd er at spyrja barnakonur, um tær roykja ella drekka, men ikki, hvat fyri tankar tær hava um lív og deyða. Fysiskt verður farið væl við barnakonum í heilsuverkinum, og tær hava eisini møguleika fyri at seta spurningar av alskyns slagi, men tað kann hjá summum kennast torført at finna eitt stað, sum natúrligt opnar fyri samtalu um teir stóru eksistentiellu spurningarnar.

Hvørt barnakonur sálarliga hava tað gott ella minni gott, so er tað hjá teimum flestu eitt hæddarpunkt í lívinum at gerast foreldur. Kirkjan hevur frá fornari tíð havt traditión fyri at vera hjá fólki á lívsins vegamótum og leggja rúm til tankar um alt í menniskjalívinum frá føðing til deyða, og soleiðis eisini nú.

Tí skipar Fuglafjarðar kirkja fyri hesum tiltakinum við vón um, at tað verður væl móttikið. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding neyðug (samlað fyri trý kvøld), tí har eru bert uml. 10 pláss. Ein noyðist ikki at búgva í Fuglafirði fyri at vera við, tað er “først til mølle”.

Datoini eru: 7/3, 21/3, 4/4 kl 20

Tilmelding til Poulinu Abrahamsen, tlf 744395 ella Anne Mette Greve Klemensen, 237344, ella á facebook

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo