Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í hálva øld hava børn í høvuðsstaðnum gingið til tannlækna í tannlæknastovuni í Tórsgøtu. Nú er tíð at geva tannlæknunum og børnunum eina nýggja tíðarhóskandi tannlæknastovu.

Tað er altíð gott at koma inn við sínum børnum til tannatstøðingarnar, tannrøktararnar og tannlæknarnar í Tórsgøtu, men hølini eru merkt av aldri. Har er ov trongligt, og innrættingin tykist ikki vera hóskandi til alt røktarvirksemið, sum hevur til endamáls at geva okkara børnum best møguligu tannrøktina.

Fólkini í tannlæknastovuni í Tórsgøtu gera sítt ítasta fyri at varðveita góðu tenninar, sum okkara børn verða fødd við. Hetta er ikki hissini uppgáva, tí ringar tenn kunnu vera eitt haft um beinið bæði í barnalívinum, í sosialu samveruni og í arbeiðslívinum. Ringar tenn ávirka lívsgóðskuna sum heild.

Uppgávan er sostatt sera týðandi. Tí er hetta eitt mál, sum eg seti á dagsskrá, um eg verði valdur á býráðsvalinum 10. november.

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin
og formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo