Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í sambandi við ársins fyrstu útgávu av Atlantic Review, og at tað í ár eru liðin 30 ár síðani, fyrsta blaðið kom út, skipar Atlantic Airways fyri stórari føðingardagsframsýning á Torginum í SMS hetta vikuskiftið.

Allar forsíðurnar frá 1990-2020 verða sýndar fram, umframt at skipað verður fyri kappingum og øðrum.

Leygardagin 11. januar kl. 12.30 fer Jóhanna á Bergi at siga nøkur orð, og síðan verður bjóðað kaffi og lagkøka.

Aftaná verður barnatiltak, har Ingi Poulsen og Danny Baldursson fara at spæla og syngja nøkur løg, gyklarin Ásbjørn fer at vísa nøkur “tricks”, og maskotturin Atlas vitjar við ballónum og onkrum góðum til børnini.

Framsýningin hongur á torginum í SMS til og við leygardagin 11. januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo