

Umstøðurnar hjá bátaeigarum verða nógv betri í Nólsoy, tí nú fer at bera væl til at taka bátin upp á land, sum annars hevur verið trupult.
Arbeiðið at gera nýggja bátadráttin til nólsoyingar er boðið út. Hetta hevur eisini stóran týdning fyri trygdina hjá nólsoyingum og teimum vitjandi. Við bátadráttinum fer at bera til hjá Nólsoyar Bjargingarfelag at taka bátin upp.
Tilboðini koma inn mánadagin, og so verður farið undir at fyrireika arbeiðið. Bátadrátturin í Nólsoy er eitt got átak fyri trivnað og tryggleika í Nólsoy.
Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin
og formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráð
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo