Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Útbjóðingartilfarið at bjóða upp á nýggju bátahavnina í Álakeri var sent út í gjár. Ein samd vinnunevnd hevur avgjørt at bjóða arbeiðið út í innbodnari lisitatión millum fimm smærri arbeiðstakarar.

 

Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta 25 milliónir krónur av til eina bátahavn í Álakeri í tvey ár - 10 milliónir krónur í 2020 og 15 milliónir krónur í 2021.  

 

- Nýggja bátahavnin í Álakeri fer at hava pláss fyri 250 bátum, umframt at økið uppi á landi verður fríðkað og bygt út til eitt hugnaligt frítíðarøki, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráði.

 

Umstøðurnar at taka bátar upp at vaska ella mála verða gjørdar tíðarhóskandi, so at tað verður ómakaleyst at røkja bátin í Álakeri. Ætlanin er eisini at byggja skúrar, sum bátseigarar kunnu leiga at goyma útgerð o.a.

 

Í verkætlanini er íroknað eitt sonevnt "Undirhús" til hugna og samveru, og Havnar Róðrarfelag fær í verkætlanini ein nýggjan bátadrátt. Harumframt fær Róðrarfelagið Knørrur møguleika at byggja nýtt neyst uttan fyri Havnar Róðrarfelag, um áhugi er fyri tí.  

 

- Tað eru skjótt átta ár síðani, eg fyrstu ferð skjeyt upp at byggja eina bátahavn í Álakeri, og tað er frálíkt at síggja, at verkætlanin nú er veruleiki, sigur Bogi Andreasen.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo