Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Arbeiðið hevur gingið væl at gera bátahavnina í Álakeri, sum skal rúma 230 bátum. Havnin verður skipað við flótibrúgvum. Brúgvar og bátabummar vera av sama slagi, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð.

Útbodna arbeiðið var at gera brimgarð og økið fram við landi, t.e. grótskráa, trappur, gongubreyt, kantsteinar, fundament til ljóssteyrar og festir til bátabrúgvar.

Nú verður mælt býráðnum til at játta smáar 25 miljónir til liðugtgerð av bátahavnini. Ætlanin er so at seta bátabrúgvar og bátabummar í ordra í oktober 2021.

Havnanevndin og fíggjarnevndin hava báðar tikið undir við málinum, sum kemur fyri býráðið í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo