Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sum áður nevnt, eru vit á lista B samd um valskránna. Annars stendur tað okkum frítt at halda, hvat vit vilja um onnur mál.

Byggisamtyktin fyri Sørvágs kommunu er frá 2002, og er sama byggisamtykt galdandi fyri allar bygdirnar í kommununi. Verandi byggisamtykt treingir til at verða dagførd, og er skjøtil settur á hetta arbeiði, sum er drúgt og verður neyvan liðugt komandi ár. 

Í nøkrum førum er byggisamtyktin ein forðan fyri, at borgarin kann útbyggja og fríðka um sínar ognir. Ein máti, ið kann loysa henda trupulleika, er at gera serstakar byggisamtyktir fyri ávís økir í kommununi.

Eitt av hesum økjum haldi eg er bátahylurin í Sørvági. Bátahylurin og neystini kundu blivið ein frægd fyri eygað, og eina vitjan verda hjá teimum fleiri túsund ferðafólkum, ið leggja leiðina til Mykinesar á hvørjum ári.

Her er tørvur á einari serstakari byggisamtykt/byggiætlan, soleiðis, at eigararnir av bygningunum frá Cafe Fjørðoy og út til N.N, kundu gjørt neystini og aðrar bygningar um til summarhús, smáar handlar, cafeir ella okkurt heilt annað.

Ein hugnalig gøta kundi verið gjørd niðri í fjørðuni frá Cafe Fjørðoy og heilt út til NN.

Hetta kundi verði gjørt í samráð við tey, sum eiga bátar og neyst, soleiðis at gøtan ikki verður ein forðan, tá ið bátar skulu dragast oman og niðan úr neystunum.

Hesar broytingar høvdu kunna skapt inntøkur og arbeiðspláss til bygdina.

Í hesum sambandi má ein kloakkskipan gerast niðanfyri hesar bygningar, so einki frárensl frá hesum bygningum rennur á sjógv.

Um hetta skal lata seg gera, má kommunan fáa eigaraviðurskiftini viðvíkjandi fjørðuni avgreidda við hagapartarnar.    

Eg eri til reiðar og førur fyri at menna kommununa saman við tykkum.

X við lista B

Hendrik Olsen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo