Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað vóru umleið 30 kilo av lithium battaríum sum vóru í eini bingju sum stóð í lastini á Brúarfossi, sum elvdu til eldin umborð í gjár.

Manningin varnaðist, at roykur kom úr eini bingju, og tá Brúarfossur kom á Havnina umleið klokkan 19.30 stóð sløkkilið klárt og fór beint umborð at sløkkja.

VP frættir, at bingjan var ikki rætt merkt, tí um manningin visti av, at battarí vóru í bingjuni, so hevði hon staðið omandeks, har lættari er at sleppa til hana. Umframt battarí vóru eisini matur og annað í bingjuni, sum skal til Grønlands.

Brúarfossur er farin víðari, bingjan er enn umborð, men hon varð fylt við sjógvi, og eldurin væl og virðiliga sløktur, frættir VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo