Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.

Fór at munga henda dagin, tá ið starvsfólkini í vøggustovuni hjá soninum løgdu myndir út av matarborðinum á middegi. Hetta er í Stellu Maris í miðbýnum. Ein góður stovnur. 

Dugnaligu starvsfólkini hava eina geniala matloysn, sum øll børn og øll foreldur í kommununi eiga at brúka.   

Vit foreldur smyrja ongan matpakka. 

Ístaðin hava foreldrini ymiskan viðskera við eina ferð um vikuna. Mánamorgunin kókaðu vit 6 egg. Næsta mánadag fara vit í vøggustovuna við einum pakka við rullupylsu. Tað verður hon frá Kjøtbúðini.

Sum foreldur er tað fantastiskt ikki at skula smyrja matpakka. Tað gevur familjunum frælsi í einum degi, har tíðin er knøpp. Børnini elska tað. Eitt starvsfólk fyrireikar matin eina løtu, og børnini kunnu forvitin fylgja við og læra eina rúgvu.

Allar vøggustovur, allir barnagarðar, allir forskúlar og allir frítíðarskúlar skulu sleppa matpakkanum. Vit siga “bei bei matpakki” og vælkomin ein góð og einføld matloysn, sum riggar væl.

Foreldur í Havn kunnu tagga #beibeimatpakki og soleiðis stuðla børnum, foreldrum og starvsfólkum, sum henda góða matloysn gagnar. 

Høgni Sigrunarson Reistrup
Býráðsvalevni í Havn

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo