Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

2020 var eitt hendangaríkt ár hjá Dopha. Unga danska songkvinnan og sangskrivarin gav fleiri stakløg út, sum vóru nógv spæld á donskum útvarpsrásum.

Lagið ”Happy For Me” náddi eitt 2. pláss á danska Airplay-listanum og lá í topp-10 í tíggju vikur á rað. Lagið hevur eisini verið væl umtókt í Týsklandi.

Hon fekk góð skoðsmál fyri konsertirnar og luttók eisini í sjónvarpssendingini hjá danska Krúnprinsaparinum. Nú er fyrsta fløgan hjá Dopha, sum kallast ”The Game” útgivin.

Á útgávuni hjá Dopha er eisini eitt føroyskt ískoyti. Lagið ”I’m Not Crying, You Are” skrivaði Dopha saman við Beinir, og tey bæði syngja eisini lagið saman. Samstarvið millum Dopha og Beinir  kom í lag ígjøgnum donsk tónlistafólk, sum tey bæði hvør í sínum lagi hava arbeitt saman við.

Lagið har Beinir er við hoyrist her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo