Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Atlantic Airways: Nú gongd aftur er komin á flogferðsluna í Evropa, er Atlantic Airways klárt við einari spennandi ferðaætlan við heili 10 ferðmálum í 2022.

Flogið verður til Keypmannahavnar, Aalborg, Billund, Edinburgh, París, Oslo, Keflavíkar, Gran Canaria, Barcelona og Mallorka.

Styrkja flogsambandið til grannalondini - Ísland, Norra og Skotland
Flogið verður til/úr Íslandi mánadagar og fríggjadagar alt árið, og longu frá páskum verður tað eisini møguligt at flúgva mikudagar.

Nýggja rutan beinleiðis úr Føroyum til norska høvuðsstaðin Oslo er í ferðaætlanini hvønn mikudag alt árið, og frá páskum flúgva vit eisini sunnudagar til og við 16. oktober 2022.

Flogið verður til Edinburgh hvønn mánadag og hósdag frá 7. apríl til 22. desember 2022.

“Paris is always a good idea”, og tí er París sjálvandi aftur á skránni í 2022
Í 2019 fingu føroyingar veruliga smakk fyri París, og franski høvuðsstaðurin er nú aftur í ferðaætlanini hjá Atlantic Airways í 2022.

Flogið verður til/úr París hvønn mánadag og hósdag frá 12. mai til 17. okt. 2022.

Meira #SÓLUMVETURIN
Áhugin fyri at flúgva beinleiðis til Gran Canaria í vetur er stórur. Tí er avgjørt at leingja flúgvingina, soleiðis at nú eisini verður gjørtligt at flúgva til #SÓLUMVETURIN í januar og februar.

Flogið verður til/úr Gran Canaria frá 2. november til 15. februar 2022.

Barcelona og Mallorka – sølan byrjar fríggjadagin
Næsta summar verður eisini aftur gjørligt at flúgva beinleiðis til vælumtóktu SÓL-ferðamálini Mallorka og Barcelona.

Flogið verður til Barcelona hvønn týsdag frá 7. juni til 27. september 2022 og til Mallorka hvønn mikudag frá 22. juni til 17. august 2022.

SØLAN BYRJAR FRÍGGJADAGIN 15. OKTOBER 2021.

Les meira á atlantic.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo