Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sambært NASA var 2020 heitasta árið, ið nakrantíð er mált.

Seinastu sjey árini eru tey sjey heitastu, ið nakrantíð eru máld. Vit kenna støðuna og nógvar av avleiðingunum av at brenna olju, kol og gass, og nógv fólk eru stúrin um støðuna og ógvusligu avleiðingarnar av veðurlagskreppuni.

Avleiðingar so sum hækkandi sjóvarmáli, øtiligan turk, vatntrot, doyggjandi gróður og so framvegis. Hetta hevur við sær, at fólk summastaðni doyggja, og at nógv eru noydd at flýggja.

Ein mýta, sum verður tikin fram av og á, er, at tað hevur týdning, at vit - eisini Føroyar – leita eftir uppaftur meir olju.

Hesa mýtu er formaðurin í Atlantic Petroleum, Ben Arabo, við til at halda lív í. Hetta hevur hann m.a. gjørt í útvarpinum hesa vikuna.

Oljulobbyisturin Ben Arabo vísir m.a. á, at stór oljuframleiðandi lond eru ódemokratisk, men hetta er ikki eitt argument fyri, at vit skulu leita eftir olju fyri tað. Vit skulu burtur frá oljuni.

Meir olja og gass merkir, at veðurlagskreppan verður uppaftur verri. Tað er hinvegin eitt gott argument fyri at gevast við oljuni og gassinum og heldur seta nógv hægri ferð á grøna orkuskiftið.

Tá vinna vit tvífalt: vit gerast meira sjálvbjargin, samstundis sum vit útláta minni.

Ben Arabo hevur fyrr sagt í miðlunum, at veðurlagskreppan er eitt sovorðið miðlaorð.

Hetta sigur okkum so mikið sum, at hann hevur ikki skilt mannaskaptu veðurlagsbroytingarnar, og at hann als ikki lesur, hvat vísindafólk vísa á, tí tey vísa júst á, at tað er ein veðurlagskreppa.

Ben hevur hinvegin vinnulig áhugamál, og vit standa tí spyrjandi, hvussu ein slíkur fær fría mikrofon í Kringvarpinum uttan so mikið sum ein kritiskan spurning.

Sum er, eru ætlanirnar hjá heimsins stjórnum frammanundan at framleiða tvífalt so nógv kolvetni í 2030 í mun til tað, sum vit kunnu framleiða fyri at varðveita eitt trygt veðurlag.

Vit hava tí alt ov nógva olju eftir, vit skulu minka um framleiðsluna við í minsta lagi 4 % um árið fram til 2030 og veruliga seta ferð á orkuskiftið.

Hesar loysnirnar eru í størsta mun tøkar longu nú, og tað er henda vegin vit skulu fara. At byrja nýggj projekt og at leita eftir meir olju er undir alt lágmark.

Oljufeløgini ríka seg upp, og vanligi borgarin rindar prísin av veðurlagskreppuni – ofta við lívinum – og við øktum oljuprísi.

Yvirskotið hjá Shell fyri fyrsta kvartal í 2022 var tríggjar ferðir so høgt sum sama tíðarskeið í fjør.

Yvirskotið táttaði í 64 milliardir krónur.

Oljuvinnan er ein deyður endi, og hesari vinnu eiga vit at flyta okkum burtur frá ongantíð ov skjótt og heldur seta hægri ferð á tað grøna orkuskiftið.

Tráin Petursson Nónklett og Elsa Berg vegna Veðurlagslóg Nú!

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo