Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hjá mongum - sangarum og áhoyrarum - er kórsangurin á Tinghúsvøllinum eitt hæddarpunkt í tjóðarhátíðini.

Uttan slit hava kórsangarar í sløk 90 ár sungið á ólavsøku, tá skrúðgongan kemur úr kirkjuni.

Allir kórsangarar eru vælkomnir at syngja í kórinum, sum fer at syngja eina blandaða sangskrá av nýggjum og gomlum, siðbundnum og modernaðum kórtónleiki.  

8. juli klokkan 15 fer Ólavsøkukórið at hava sína fyrstu venjing í Læraraskúlahøllini í Havn.

Kórleiðari í ár er Benjamin Gaasedal. Hann hevur verið sera virkin innan tónleik, serliga kórtónleik fyrst sum sangari og nú fleiri ár sum kórleiðari hjá Vestmanna sangkóri og kvinnukórinum Flóð í Havn. 

Hetta er fyrstu ferð at Benjamin stjórnar Ólavsøkukórinum.

Tað er Kórsamband Føroya, sum skipar fyri kórsanginum á Ólavsøku og seinastu árini hava omanfyri 200 sangarar sungið í kórinum. 

Kórið venur í Læraraskúlahøllini hesar dagar:
Sunnud. 8.7 kl 15-18
Mikud. 11.7 kl 18-21
Sunnud. 15.7 kl 18-21
Mikud. 18.7 kl 18-21
Sunnu 22.7 kl 13-16
Hósd 26.7 kl 18-21

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo