Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Formaðurin í Lærarafelagnum skrivar: Sum kunnugt skrivaði Føroya Lærarafelag undir semju á middegi hósdagin 25. januar 2018. Tað eru tey, sum hava fingið ta fatan, at samráðingarnar vóru avgreiddar ein fyrrapart, men soleiðis er tað ikki.

Partarnir hittust fyrstu ferð á fyrireikandi fundi 22. juni 2017 og samdust um at handa hvørjum øðrum sáttmálakrøvini á fundi 31. august. Og soleiðis var gjørt. Seinasti fundurin áðrenn jól var 9. november. Tá skiltust partarnir uttan at avtala nýggjan fund.

Stór ósemja var um eina orðing um kt-varðaøkið, og Fíggjarmálaráðið vildi ikki hoyra talan um eina lønarhækkan í prosentum, sum Lærarafelagið kravdi. Síðan hendi so mangt á arbeiðsmarknaðinum.

Partarnir hittust aftur týsdagin 23. januar, og tá legði Lærarafelagið aftur krav fram um, at lønarhækkingin skuldi verða í prosentum og ikki í krónum, og vit avvístu framvegis ásetingini um kt-varðaøkið, sum Fíggjarmálaráðið/Mentamálaráðið høvdu orðað.

Á fundi hósmorgunin 25. januar gekk Fíggjarmálaráðið við til, at lønarhækkingin var í prosentum, sum Lærarafelagið kravdi, og partarnir samdust eisini um eina orðing um kt-varðaøkið, umframt onnur krøv, sum semja var um frammanundan. Nevndin í Lærarafelagnum samdist um at taka undir við semjuni, sum hon lá á borðinum.

Tað eru tey, sum halda, at felagið gjørdi skjótt av. Men tað er so, at undir samráðingunum í 2015/16, sum endaðu við semju 4. mars 2016, høvdu partarnir tosað á fundi eftir fund uttan at flyta seg ein tumma, og tann søgan var nevndin samd um, skuldi ikki endurtaka seg.

Vit skrivaðu undir tá, vit mettu, at nú komu vit ikki longur á hesum sinni.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo