Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Framtíðarstøða Kringvarp Føroya

Spurningar:
1. Er landsstýrismaðurin kunnaður um fíggjarligu støðuna hjá Kringvarpi Føroya?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við fíggjarligu støðuna, og í so fall hvat?

3. Hvørjar fíggjarligar frymlar sær landsstýrismaðurin fyri sær sum fíggjarligt grundarlag undir stovninum?

4. Metir landsstýrismaðurin, at Kringvarpið fær røkt sínar við lóg áløgdu skyldur við verandi fíggjarligu fortreytum?

5. Hvønn leiklut sær landsstýrismaðurin fyri sær, at Kringvarpið hevur um 5 ár?

6. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er neyðugt at hava ein almennan stovn sum Kringvarp Føroya í føroyska samfelagnum?

Viðmerkingar:
Kringvarp Føroya er almennur stovnur, skipaður sambært Ll. nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 24. desember 2015, og er skipaður við sjálvstøðugum stýri.

Raksturin av Kringvarpi Føroya er fíggjaður við lógarásettum kringvarpsgjaldi fyri persónar og fyritøkur, umframt heimild at skipa eydnuspøl, sum eitt nú Gekkin. Kringvarpið hevur fyri fleiri árum síðani gjørt vart við, at støðan, har Gekkainntøkurnar eru víkjandi, lógarbundnu inntøkurnar standa í stað, samstundis sum vanligur lønarvøkstur er á starvsfólkaøkinum, ikki er haldfør í longdini.

Í fjør tók stjórin avleiðingarnar av fíggjarliga spentu støðuni, og segði tey fyrstu 6-7 fólkini úr starvi. Við verandi útlitum eru stór líkindi fyri, at støðan endurtekur seg í ár, og at fólk fara at verða uppsøgd.

Samstundis hevur Kringvarp Føroya skyldur at røkja sambært lóg sum tíðinda- og mentanarberi, og hevur sum tíðin líður meira og meira torført við at røkja sínar áløgdu uppgávur og skyldur.

Einki er at ivast í, at ótolandi støðan ávirkar huglagið og virkisfýsnið á stovninum, og óvissan um framtíðina hjá stovninum máar burtur av virkisførleika stovnsins.

Fyri at fáa greiði á, hvørjar politiskar ætlanir sitandi samgonga hevur við stovninum, verða settir hesir spurningar.

Á Løgtingi, 7. januar 2022
Páll á Reynatúgvu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo