At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunda kommuna: Sunnudagin 14. august verður forkunnug konsert við øllum 8 horn- og harmoniorkestrunum í Føroyum.

Tiltakið byrjar kl.13.00 tá orkestrini marsjera út á Pollin. Síðani spæla tey 7 løg harímillum eitt nýtt verk, sum eitur Bergmál. Eftir konsertina verður marsjera niðan aftur í bygdina.

Tiltakið er ókeypis og eru øll vælkomin út á Pollin at lýða á. Av tí at parkeringsmøguleikarnir eru avmarkaðir verða fólk vinarliga biðin um at fylla bilarnar sum fara til Saksunar. Góð parkeringsviðurskifti eru við Margáir í Streymnesi og við dagstovnin og skúlan í Hvalvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo