Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Bergur Rønne Moberg, lektari á Føroyamálsdeildini er 1. apríl 2021 settur í starv sum lektari á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab, Københavns Universitet (KU). Hann er farin í farloyvi úr starvinum á Føroyamálsdeildini í fyribils í 1 ár.

Københavns Universitet er einasta universitet uttan fyri Føroyar, sum hevur lektorat í føroyskum.

Talan er um eitt verkætlanarstarv á KU í 3 ár við atliti at aktuellum norðuratlantiskum og arktiskum viðurskiftum. Endamálið er m.a. at byggja brúgv millum Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet. Saman við Mie Femø professara á KU, er Bergur Rønne Moberg longu við at fyrireika ein digitalan master millum Setrið og KU við arbeiðsheitinum “Digital Collaboration. Empowering the local to solve business cooperation.”

Áðrenn Bergur Rønne Moberg varð settur í starv sum lektari á Føroyamálsdeildini í januar 2018, hevur hann í fleiri umførum verið í starvi á sama institutti á KU sum postdoc. og sum eksternur lektari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo