Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

- Nógv kenna ikki til felagið, og vilja vit tí varpa ljós á tað góða arbeiði tey gera fyri foreldur, sum hava mist.

Tað siga tey sum standa aftanfyri felagið í tíðindaskrivi. Tey skipa nú fyri stuðulstiltaki til frama fyri Beran og Felagið Pinkubarnadeyða, sum virkar undir Beranum.

Tiltaki verður ein hugnalig og avslappandi løta við tónleiki og hugleiðingum.

Skráin er henda:
16:10 - 16:20 Vælkomin
16:20 - 16:30 Oddvør Poulsen sigur nøkur orð um Beran
16:40 - 17:00 Jessica Hallursdóttir
17:10 - 17:30 Elinborg Pállsdóttir
17:40 - 18:00 Eyðun Christiansen hugleiður
18:10 - 18:30 Jens Marni Hansen
18:40 - 19:00 Tummas Eivind og Hans Arni við bólki
19:05 takka verður fyri dagin

Peningur sum kemur inn, fer óskerdur til at gera upplýsandi tilfar til foreldur, ið missa pinkubørn, og til avvarðandi teirra.

Øll eru hjartaliga vælkomin - tey sum hava mist pinkubørn, tey sum kenna onkran, sum hevur mist og tey sum bert ynskja at vita meira um evni.

Tað kostar 50 krónur at sleppa inn, børn undir 12 ár tó ókeypis. Eisini verður møguleiki at lata eitt eyka oyra. Kaffi/te og kaka verður at fáa, siga fyrireikararnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo