Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sambært meiningarkanning á VP siga nærum helvtin av lesarunum, at teir antin "ikki tora" ella "ivast" í um teir fara at lata seg koppseta ímóti korona, tá vaksinan verður tøk.

Tilsamans siga 51% seg ikki ivast í, at tey fara at lata seg koppseta. 23% siga seg ikki tora og 24% hava enn ikki tikið støðu. Atkvøtt er 2.500 ferðir.

Tað hevur verið frammi, at skal ein komandi vaksina vera effektiv, so er tað av størsta týdningi, at so nógv sum gjørligt lata seg koppseta. 

Fyri ein góðan ordans skyld skal her skoytast uppí, at meiningarkanningar sum hesar skulu takast við fyrivarni, tí tær eru á ongan hátt vísundaligar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo