Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í løtuni er bert koyrandi í øðrum sporinum á Karlamagnusarbreyt.

Kloakkskipanin oman eftir ovari parti av Karlagmagnusarbreyt verður dagførd. Tveir nýggir rottangar verða lagdir á økinum. Talan er um ein nýggja rottanga millum KMB 34 og 36. Ein nýggjur rottangi verður eisini settur niður eystan fyri KM 23.

Eisini verða nýggir kantsteinar lagdir frá innkoyringini til skúlan og niðan til rundkoyringina við Rólantsgøtu.

Nevndu arbeiðir eru í einari arbeiðstøku. Tó verður bara arbeitt á einum øki í senn, og skulu hesi gerast liðug, áðrenn fari verður til næsta arbeiðsøki. Sí tekning.

Arbeiðið við at leggja nýggjar rottangar, førir við sær at gravast skal út í Karlagmagnusarbreyt.

Arbeiðið verður helst liðugt í novembur 2020 og er býtt í 3 arbeiðsøki, sum víst er á tekning. Karlamagnusarbreyt grevstur 2020 

Meðan arbeitt verður, kann væntast at øki verða stongd og avmarkað atkoma til ymiskt virksemi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo