Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Kemisk evni kunnu vera í tilfarinum sum verður brúkt til munnbind, men bert í smáum mongdum. Best er tó at vaska munnbindið áðrenn brúk, tað sigur danska Umhvørvisstýrið, sum hevur kannað 40 ymisk sløg av munnbindi. Krav um munnbind er frá í dag aftur galdandi nógvastaðni í Danmark.

- Okkara niðurstøða er, at tað kunnu vera skaðilig evni í tilfarinum, men bert í smáum mongdum. Vit hava roknað okkum fram til, at tað í flestu førum er í so smáum mongdum, at tað er ikki vandamikið. Í veruleikanum eru kemisk evni í at kalla øllum klæðnatilfari, sigur Elisabeth Paludan frá Umhvørvisstýrinum.

Hon leggur afturat, at tað kann vera eitt gott hugskot at sleppa sær undan at brúka munnbind sum eru "antibakteriell", tí har kunnu evni vera í, sum eru ring fyri umhvørvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo