Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bæði topplinja og botnlinja hjá felagnum FTZ Føroyar Pf høvdu stóra framgongd í fjør.

Bruttovinningurin vaks úr 11,8 mió kr í 2019 til 14,5 mió kr í fjør.

Og ársúrslitið vaks úr 3,8 til 6,2 mió kr. Hetta er nógv tað besta úrslitið hjá FTZ nakrantíð.

Eisini fíggjarstøðan boðar frá einum sterkum felag. Fíggjarstøðan javnvigar tið 26 mió kr og harav eru heilar 14 mió kr eginogn, sum eisini svarar til upphæddina, felagið hevði standandi á bók um ársskiftið. Ongin skuld er í felagnum.

FTZ Føroyar er dóttirfelag hjá danska felagnum FTZ Autodele & Værktøj A/S.

Felagið fæst mest við eykalutir til bilar og hevur deild í Havn og á Kambsdali.

Stjórar í føroyska felagnum eru Ragnar Petur Joensen og Vagnur Johannesen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo