Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Jana Mortensen hevur skrivað vinnaratekstin um besta filmin í Filmsfelagnum í undanfarna ári. Filmurin, sum Jana hevur valt, er hin týski Systemsprenger, sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio 16. september.

Filmsfelagið: Tað er ikki lætt at velja burturúr rúgvuni av góðum og neyðugum filmum, sum hava verið vístir í Filmsfelagnum seinasta árið. Tá eg velji Systemsprenger úr rúgvuni, er tað ikki tí at hann hevur gjørt størst inntrykk. Ongin annar hevur tó gjørt størri inntrykk heldur. Eg haldi, at valið fall á hendan filmin, tí hann endurspeglar trupulleikar í føroyska samfelagnum, sum vit ikki gáa nóg væl um.

Millum annað eru út ímóti 100 ungfólk, sum almennu skipanirnar ikki megna at hjálpa, og sum skifta ímillum at verða á psykiatrisku deild, fongsli, hjá ymiskum pleygufamiljum, í heimloysi o.s.fr. Tað er ikki so langt síðan, at Kvf vísti dokumentarin um Tóra, sum var ein av hesum “truplu ungu”, sum liva í einum samfelag, sum ikki megnar tey, og sum tey ikki megna.

Eg veit ikki, um Tóri náddi at koma undir tvørfakliga átakið “Megna títt lív”, sum er stovnsett til at bøta um ringasta trupulleikan, og eg veit heldur ikki, um átakið hevur optimalar umstøður at virka undir, ella hvussu tey hepnast. Men Tóri megnaði ikki lívið og valdi deyðan framum pínuna. Akkurát sum Bernadette ella Benni sum 9 ára gamla smágentan í filminum verður kallað. Bernadette merkir annars ymiskt jaligt á ymiskum málum, t.d. “hin signaða”, “eydnubarnið” og “djørv sum ein bjørn”.

Benni er dóttir Biancu, hvørs navn merkir hvítt, og ofta verður forbundið við reinleika og sakloysi. Í filminum fær man varhugan av, at tað er soleiðis Benni sær mammu sína, sum hon konstant leingist eftir.

Alt hon ger, hevur til endamáls at sleppa heim til mammu sína at verða. Men mamman megnar ikki Benni, og Benni megnar ikki at stýra sínum ógvusligu kensluútbrotum, har hon brýtur frá hond og langar til tann, sum nú einaferð er í nánd. Í filminum gera tey ikki nógv burturúr at fortelja um fortíðina hjá Benni, men man fær at vita, at hon er traumatiserað, millum annað við at blæður vórðu trýstar niður á andlitið á henni, so hon ikki fekk anda.

Tí verður hon frá sær sjálvari, um nakar nertur við andlitið á henni. Máliskan “at være ude af sig selv”, sum danir nýta, er serstakliga hóskandi fyri hesi útbrotini. Benni er nærum bókstaviliga “úti av sær sjálvari”. Hon kann tí slettis ikki stýra destruktivu atferðini, sum fylgir ekstrema óttanum, sum birtist í støðuni, har hon verður kastað aftur í og endurupplivir traumatiserandi støðurnar, har hon við smáu ørmunum, bardist fyri lívinum. Hesum gera onnur børn sær dælt av, tá tey arga hana, fyri at fáa hana at gerast frá sær sjálvari, soleiðis at hon fer at leika í sum eitt ótt. Tí verður hon ferð eftir ferð blakað út frá ymiskum bústovnum.

Benni hevur ongar barnavinir, men hon hevur ein góðan vin í Frau Bafané, sum er sosialráðgevin sum roynir at finna henni eitt pláss í systeminum, har Benni kann liva í sátt og semju við seg sjálva og onnur. Hon hevur nokk at gera við at finna nýggjar bústaðir til Benni, samstundis sum hon roynir at fáa mammuna at halda orð, tá hon lovar Benni okkurt. Frau Bafané ger hvat hon kann fyri at fáa onnur at síggja Benni sum ta smágentuna hon er, men ógvusligi, óakseptabli atburðurin hjá gentuni ger tað trupult hjá fólki at síggja annað, enn ein “systemsprenger”, sum í øllum førum ikki hoyrir heima á teirra borði, tí hon er skaðilig fyri hini børnini.

Vit hava nógvar Bafané´ir í Føroyum. Góðviljin hjá starvsfólki, høgum sum lágum, trýtur aloftast ikki. Men almenna skipanin er býtt upp í smáar satelittar, sum hava ábyrgdina fyri avbyrgdar partar av kompleksu trupulleikunum hjá ungfólkunum. Hesir smáu satelittarnir spæla ikki altíð so væl saman. Í ringasta føri kunnu teir mótarbeiða hvørjum øðrum, so hóast starvsfólk gera sítt ítarsta og meira afturat, er tað ikki nokk.

Sum partur av einum av hesum satelittunum, havi eg meira enn einaferð hoyrt foreldur fortelja um “livandi sorgina”, og hvussu tey viðhvørt hugsa, at um barn teirra doyði, so hevði tað um ikki annað fingið frið frá ræðuligu sálarkvølunum. “Um hann doyði, so visti eg um ikki annað, hvar hann var, og at hann hevði frið. Tað er ræðuligt fyri meg sum foreldur, at koma har til, at frægasti útvegur eg síggi fyri mítt egna barn, er deyðin”.

Ein annar týdningarmikil persónur kemur inn í lívið hjá Benni, tá hon fær ein stuðulspersón, Michael, sum skal fylgja henni í og úr skúla og verða um hana í skúlanum. Av ymiskum orsøkum knýtir Benni seg tætt at Michael, sum hevur við sær, at hann kemur í eina etiska tvístøðu, tí Benni vil verða partur av hansara familju. Men Michael og konan eiga eitt pinkubarn og tað skerst ikki burtur, at Benni ER farlig.

Tað er ein sekvensur móti endanum av filminum, har Benni er sloppin at sova hjá Michael og konuni, hóast Michael í veruleikanum er nógv í móti hesum. Morgunin eftir tekur Benni barnið upp meðan foreldrini sova, og fer niðirundir í køkin við tí, fyri at geva tí morgunmat. Sum hyggjari sat eg við einum knúti í búkinum, tí eg var allatíðina bangin fyri, at nú fer hon at gera okkurt, soleiðis at barnið kemur til skaða, ikki minst tá barnið rætti út eftir Benni og nart andlitið á henni. Men onki hendi.

Tá foreldrini vakna og síggja, at barnið er vekk, man tað verða sama kensla x minst 100, sum tey fáa, og man skilir væl, hví tey panikksligin vilja taka barnið frá Benni. Men tá er tað, at Benni “flippar út” og læsir seg inni á baðiverilsinum við barninum. Hon stingur av út í gjøgnum vindeyga, men barnið hevur tað gott og er púra óskalað.

Benni er svikin. Óteljandi ferðir frá heilt lítlum av, verður Benni svikin av teimum, sum skulu veita henni umsorgan, fyrst og fremst foreldrunum, tó at vit ikki hoyra um pápan. Allíkavæl hevur hon dirvi til at líta á onnur. Dirvi sum ein bjørn. Tað gongur ikki long tíð, so hevur hon álit á Michael. Men hann hevur ikki dirvi at líta á hana og at hon klárar at stýra sær í nærveruni hjá pinkubarninum.

Og so flippar hon út.

Við tí søguni, sum Benni hevur, er tað onki at siga til, at Michael er á varðhaldi, tí sjálvandi vil hann verja sítt egna, hjálparleysa barn. Men manglandi áltið fær hóast tað fatalar fylgjur fyri Benni.

Benni er umsorganarsvikin so tað stendur eftir. Allíkavæl megnar hon at vísa smærru systkjum sínum umsorgan, tá mamman einaferð er farin út frá teimum, og Benni hevur sníkt seg heim. Tey sita og hyggja at filmi, sum er óhóskandi fyri børn, og hava ikki ordiligan mat at eta. Hon tendrar barnasjónvarp og ger teimum mat. Er hon ikki sjálv vælsignað, dugir hon at verða eitt vælsignilsi fyri onnur, tá tørvur er á tí.

Men hendan síðan av henni sæst ikki og fær ikki rúm í narrativinum hjá systeminum um Benni. Tey kenna tað snøgt sagt ikki og eftirspyrja tí heldur ikki. Leikurin hjá systeminum vs Benni er defensivur. Men hvat skuldi hann annars verið? Hvat er til ráða at taka? Hetta spyrja aktørarnir í systeminum seg sjálvan, men mugu viðurkenna, at tey eru púra ráðaleys.

At enda eru allir búmøguleikar troyttir og Frau Bafané noyðist at ganga við til, at koyra Benni á ein bústovn í Kenya, tí rúm er ikki fyri henni í Týsklandi. Í so máta er tað nakað nærum jólaevangeliskt við plottinum. Men har lítla Jesusbarnið verður bjargað undan ónda konginum, er ongin happy end hjá eydnubarninum Benni. Heldur ikki, hóast hon loypir í deyðan við einum smíli, við útstrektum ørmum sum ein fríur fuglur.

Eg royni tó at ugga meg við, at tað var smílið og ímyndin av frælsa fuglinum, sum fekk meg at anda lættan, tá hon leyp. Tí tað kann ongantíð verða ein akseptabul loysn, at lata ungfólk doyggja, fyri at tey kunnu fáa og geva frið.

Stóra takk til tykkara í Filmsfelagnum, fyri at lata dyrnar upp fyri heiminum og menniskjuni í øllum sínum kompleksiteti. Gott nýggjár

Jana Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo