Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Herfyri skrivaðu borgarstjórnarnir í norðoyggjum undir eitt felags skriv, har teir heittu á landsstýrismannin í samferðslumálum og Landsverk, um at seta átøk í verk, sum kunnu bøta um trygdina í báðum tunlunum norður um Fjall.

Í hesum sambandi hevur fundur nú verið millum borgarstjórnarnar og Landsverk, um hvørji tiltøk kunnu setast í verk, til tess at betra um trygdina í báðum tunlunum.

Spurningurin er vorðin átrokandi, nú tunga ferðslan er nógv økt í samband við arbeiðið við nýggju tunlunum.

Fundurin var sum heild sera jaligur og partanir vóru samdir um, at ein skilagóð loysn má finnast, meðan arbeiðið við nýggju tunlunum er í gongd.

Á fundinum kom eisini fram, at Landverk hevur bílagt eina ljósskipan, sum fer at betra munandi um trygdina og sum samstunds fer at lætta um hjá bilførarum, ið ferðast á vegastrekkinum tá ferðslan er uppá tað mesta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo