Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Banki: Bústaðartørvurin og bústaðarprísir hava fylt nógv í miðlunum í langa tíð. Fólkatalið setur støðugt nýggj met, fleiri sigast mangla ein bústað og prísirnir sigast nú vera so mikið høgir, at fólk ikki hava ráð at seta búgv.

Betri Banki hevur í fleiri umførum greinað bústaðarbyruna í Føroyum, sum lýsir, hvussu stórur partur av tøku inntøkuni hjá einum pari við tveimum børnum fer til at fíggja bústaðin.

Hendan greining skal síggjast sum eitt íkast frá Betri Banka til kjakið um bústaðartørvin í Føroyum. Tíverri finnast ikki hagtøl fyri, hvussu nógvar búeindir eru í Føroyum.

Hinvegin hava vit fingið til vega hagtøl frá SEV yvir tal av íbindingum (el-mátarum) í teimum ymisku økjunum í Føroyum.

Greiningin er grundað á, at tað er ein búeind per íbinding. Hædd skal takast fyri tí óvissu, sum kann vera knýtt at hesum grundarlagi, tí íbindingar kunnu hava onga ella fleiri búeindir.

Havast skal eisini í huga, at henda greining er gjørd uttan at hava tikið atlit til møguliga broytt familjumynstur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo