Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Televarpið, sum eigur rættindini at senda Betri Deildina beinleiðis, og TV2 í Noreg hava gjørt avtalu um at vísa Betri Deildina hjá monnum.

Leygardagin 9. mai byrjar Betri Deildin hjá monnum, og tá fer norska TV2 at senda dystir beinleiðis í norskum sjónvarpi. Televarpið og TV2 hava gjørt avtalu, sum fyribils er galdandi fyri tey fyrstu 12 umførini.

TV2 fer at gera nógv burturúr, tí frásøgufólk vera tey, ið vanliga siga frá dystum í Premier League og Champions League, og harumframt fer TV2 at brúka føroyskar viðmerkjarar, sum annaðhvørt eru núverandi ella fyrrverandi leikarar í Noregi.

Áhugin fyri føroyskum fótbólti er nógv vaksin, nú nærum allar fótbóltskappingar ikki verða spældar orsakað av koronasmittuni. Jaliga handfaringin av koronasmittuni í Føroyum hevur vakt ans, og tað er ikki einans norska TV2, sum hevur víst áhuga.

Í løtuni eru samráðingar eisini við fyritøkur, sum veita stroyming til bettingfyritøkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo