Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Pensjón: - 2020 var eitt serligt ár fyri okkum øll, og í Betri Pensjón brúktu vit høvið til at umhugsa okkara støðu, seta út í kortið og orða nýggjar málsetningar. Til dømis, at vit framyvir bert skulu gera íløgur í feløg, sum taka burðardygd í álvara, greiðir Helgi L. Petersen, stjóri, frá.

- Við eru longu farin at raðfesta øðrvísi, og áleið 60% av íløgunum í partabrøv eru nú í feløgum, ið hava burðardygd og ábyrgd sum eyðkenni. Málið er, at vit um 3-5 ár náa upp á 100%. Tí hóast tað er eitt ávíst kjak um, júst hvussu burðardygd skal skilmarkast, ivast vit ikki í, at hetta er einasti rætti vegurin at fara, sigur Helgi L. Petersen.

Ávirkanin á partabrøv
Nú farna árið endaliga er gjørt upp, stendur eftir, at hóast brotasjógvarnir seinasta vár virkaðu øgiliga ógvusligir, kom Betri Pensjón ígjøgnum árið uttan at taka sjógv inn.

- Nú eitt ár er liðið, síðani farsóttin rakti, kunnu vit tíbetur staðfesta, at vit eru komin væl ígjøgnum og vit eru nøgd við úrslitið í fjør á 8,5 milliónir kr. Korona ávirkaði okkum sjálvandi - serliga tí at avkastið av nøkrum partabrøvum ikki náddi at fóta sær heilt, áðrenn árið var liðið - men hinvegin vóru nógv færri skaðatilburðir í 2020 enn vanligt hevur verið onnur ár, sigur Helgi L. Petersen.

Hann fegnast um, at útlitini fyri 2021 eru góð.

- Fyrsti ársfjórðingur í 2021 hevur gingið sera væl og partabrøvini hava givið góð 9% í avkasti. Nú gleða vit okkum til, at viðurskiftini vónandi gerast vanlig aftur - og at seta full segl fram ímóti burðardyggu málunum, vit hava sett okkum, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.

Lyklatøl fyri 2020
Ársúrslit eftir skatt: 8,5 mió
Tryggingarinntøkur: 169,1 mió
Avkastprosent: 0,0%
Kostnaður pr. tryggjaða: 658 kr
Eginogn: 83,8 mió
Eginognsavkast: 10,1%
Solvensdekningur: 287,6%

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo