Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Betri Stuðulsgrunnurin hevur sum endamál at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta verður staðfest í felagsins CSR-politikki.

Stuðul verður latin har hann er skaðafyribyrgjandi, har hann er sjúkufyribyrgjandi og har stuðulin er tryggleikaskapandi. 

Betri er stór fyritøka í Føroyum, og hevur ábyrgd at veita stuðul, øllum samfelagnum at gagni.

Adventsgávurnar eru beinleiðis úrslit av hesari ábyrgd.

Í fjør vóru kr. 1.250.000,- latnar í adventsgávum, og aftur í ár verður adventskalendari á betristudul.fo.

Hvønn sunnudag í advent verður lúka latin upp, og her fæst at vita, hørjum verður latin stuðul. Og jólaaftan verður stór jólagáva latin.

Í gjár, 1. sunnudag í advent varð gáva latin: Heilbrigdið ið fekk 150.000 krónur, City meals ið fekk 30.000 krónur og Herbergið ið fekk 30.000 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo