Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mánadagin 21. november byrjaðu 24 heilsustarvsfólk útbúgving sum demenssamskiparar. Tað er Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu, sum fyriskipar útbúgvingina við donskum og føroyskum undirvísarum.

Útbúgvingin er í trimum modulum og varar í hálvt ár, har luttakararnir arbeiða við einari verkætlan og enda við framløgu av verkætlanini og próvroynd.

16 av luttakarunum starvast hjá Heilsu- og umsorganartænastuni. Heilsu- og umsorganartænastan hevur haruframt bjóðað hinum kommunusamstørvunum á eldraøkinum og demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum hini 8 plássini.

Kommunan fekk eldraøkið at umsita 1. januar 2015. Ein raðfest uppgáva hjá kommununi er at førleikamenna starvsfólkini, sum arbeiða í Heilsu- og umsorganartstænastuni, fyri sum í hesum føri at veita fólki við demenssjúku eina dygdargóða tænastu.

Jóhanna Henriksen, sum arbeiðir á Vallalíð, er ein av luttakarunum, og sigur, at hon hevur valt at fara undir hesa útbúgving fyri at fáa nøkur amboð til arbeiðið í praksis og at geva vitanina víðari til næmingar, lesandi og starvsfólk. Harumframt at kunna vegleiða avvarðandi og at tey, sum fáa búpláss á Vallalíð, fáa eina góða innflyting.

Eisini er eitt endamál at hava betri førleikar til tvørfakliga samstarvið við læknar og onnur starvsfólk. Og síðani kann útbúgvingin betra førleikan at vera við til at menna eina demensvinaliga kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo