Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fiskimenn siga, at tað ber ikki til at goyma fiskin í sjónum. ICES sigur, at tað ber til. Havstovan meinar at føðin hevur stóra ávirkan og brúkar ymisk hagtøl til stovnsmetingar.

Spurningurin er, hvat ber til at prógva vísindaliga.

Síðan 2016 havi eg granskað tosk á føroyska landgrunninum. Í 2019 og 2020 havi eg fingið fíggjarligan stuðul til hetta arbeiði. Ætlanin er at brúka 2021 og 2022, við hjálp frá útlendskum og føroyskum fiskifrøðingum, at gera vísindaligar greinar um hetta. Nakað av stuðli er játtaður higartil.

Verður endaliga úrslitið tað, sum ábendigar eru um nú, so er ráðgevingin vit fáa í dag skeiv. Er tað soleiðis at fiskimenn hava rætt, so kostar verandi ráðgeving samfelagnumstórar upphæddir. Hava fiskimenn rætt, missa vit í miðal millum 500 - 1.000 milliónir árliga. Minnist til, at hetta er á leið tað sama, sum sagt verður vit missa, tí at vit ikki lurta eftir ráðgevingini. Sostatt er semja um, at til ber at fáa meira burtur úr.

Mítt endamál er at øll vitan verður tikin við og at øll geva sítt íkast til eina niðurstøðu. Sjálvt tey sum vita mest, hava avmarkaða vitan. Tí er neyðugt at flest møgulig fólk arbeiða saman. Hetta er ein spurningur um at finna skilabesta háttin at fáa mest møguligt burtur úr.

Tað eg havi kannað higartil vísur, at tað er orsøk at halda, at vit kunnu veiða nógv meira av toski, enn vit hava gjørt higartil. Tað er eisini orsøk at halda, at tað at stongja Føroya Banka og stóran part av landgrunninum, ger størri skaða enn nyttu. Av tí sama er eisini orsøk at halda, at tað er skeivt at stongja Flemish Cap. Tað er orsøk at halda, at tað er skilagott at broyta háttin vit gera stovnsmetingar og stýra fiskivinnuni. Tað er avgjørt orsøk at halda, at til ber at hækka inntøkurnar ½ til heila milliard árliga.

Um fígging fæst, rokni eg við at kunna prógva tað nógvir fiskimenn meina, nevniliga, at føðin er altavgerandi og at til ber at veiða munandi meira enn vit gera í dag. Helst ber eisini til at prógva, at tað er skeivt at stongja leiðir fyri at verja fiskastovnarnar.

Eg brúki bara hagtøl frá Havstovuni til at gera útrokningar. Tá eg havi biðið um tøl, koma tey altíð beinanvegin. Onkuntíð sama dag. Somuleiðis hava tey víst vælvild og greitt mær frá ymiskum.

Eg var einaferð sjómaður og stýrimaður við fiskiskipi og havi fiskað á øllum fiskileiðum innanfyri 200 fjóðringar. Tað lættur um, tá eg tosi við sjómenn og fleiri hypotesur verður gjørdar út frá tí teir fortelja.

Stutt kann sigast, at eg havi roynt at vita, um øll tey nógvu data, sum Havstovan hevur savnað, kunnu brúkast til at eftirkanna pástandin hjá nógvum fiskimonnum um, at tað ikki ber til at goyma fiskin í sjónum.

Ongin niðurfisking – tilgongdin svikir
Í stuttum kann sigast, at tølini visa, at hvørja ferð toskastovnurin minkar, so er tað tilgongdin sum svíkir. Og tilgongdin svíkir, tá føðin minkar og tað hendir, tá toskastovnurin er stórstur. Á leið 10inda hvørt ár fáa vit ein risastóran árgang.

Tað hendir tó bara, tá tað er sera nógv føði og ongantíð, tá tað er lítið av føði. Tað er á leið fullkomið samband millum árgangs-stødd og veiðu pr. 2,3,4,5,6,7 og 8 ára gamlan úr hvørjum árgangi og tað tíður uppá, at vit hava ongantíð tráðroynt ein árgang.

Friðingar gera helst størri skaða enn nyttu
Vit friða nógv, men sambært tølunum sæst lítil og ongin bati. Tá vit friða geva vit upsa og toski frið at ”niðurfiska” nebbasildina, sum sambært øðrum tølum er fortreyt fyri góðum toskaárgangi. At skilja hetta krevur vitan um veiðu, men tað er ov langt at greiða frá her.

Føroya Banki er eisini ein trupulleiki. Eg havi ikki hugt neyvt eftir tølum fyri Føroya banka, men tað er upplagt at halda, at friðingin ger meira skaða enn nyttu. Pástandurin, at tað ikki loysir seg at friða Føroya banka, samsvarar heldur betri við hagtølini enn tað mótsætta.

Vísindaliga ber ikki til at siga, at tað loysir seg at friða Føroya banka.

Bretskir trolarar brúktu í miðal 20-25.000 fiskidagar undir Føroyum í 30unum, uttan at tað ávirkaði veiðuna, sum í miðal var 55.000 tons, harav 26.700 var toskur.

Til ber at síggja tað frammanundan
Havstovan eigur so nógv og so góð data, at tað ber til at síga frammanundan, at helst er ein góður árgangur ávegis. Tølini eru eisini so góð, at til ber at siga, at stovnurin er ov stórur í mun til ta føði sum er tøk. Tí ber til at stýra veiðuni og stovnsstøddini. Og til ber at stýra kannibalismu og tilgongd.

Data eru so góð, at til ber at ávirka so at siga allar tídningarmiklar faktorar. Sjálvandi ikki heilt neyvt. Men tó so mikið neyvt, at tað ger stóran mun. Vit tosa kanska um 10-30.000 tons av toski og nógvar 100 milliónir árliga. Helst er tað sama galdandi fyri upsastovnin eisini.

Frameftir
Vísur hetta seg at verða rætt, so er tað slóðbrótandi. Tað eru nakrar orsøkir, sum til samans gera, at hetta ber til. Havstovan hevur upparbeitt stóra vitan og nógv data. Stóra vitanin hjá fiskimonnum kann tí prógvast. Harumframt eru nógvar bøkur skrivaðar, har upplýsingar finnast. Tað eru stuttir avstandir og øll kenna øll og tí tosa fólk ofta saman og tí er nógv vitan til og tað er skjótt og lætt at finna vitan. Tí hava vit í Føroyum møguleikar, sum tey ikki hava aðrastaðni.

Eg havi søkt um stuðul og nakað er játtað. Vónandi verður tað nóg mikið til at skriva 3-4 vísindaligar greinar. Endamálið er, at tað stóra arbeiði Havstovan hevur gjørt, við at samla data seinastu 30 árini, umframt alt sum er gjørt frammanundan, skal koma til sín rætt. Somuleiðis er endamálið, at vitanin hjá sjómonnum kemur til sín rætt. Mín uppfatan er, at meðan Havstovan og fiskimenn ikki eru so ósamd, er rættuliga langt til meiningarnar hjá ICES.

Eg eri rættuliga vísur í, at til ber at brúka tølini hjá Havstovuni at prógva, at tað fiskimenn siga er rætt. TVS. at til ber at prógva, at tað ber ikki til at goyma fiskin í sjónum og at tað tí er rættast at fiska tá nógvur fiskur er.

Eg vænti, at hetta verður til nyttu fyri Havstovuna. Teir vita helst nógv av hesum longu nú, men eru partvís bundnir av ICES og tí sum hartil hoyrir.
Ivaleyst ber eisini til at fáa ICES at góðtaka hetta. ICES hevur í nógv ár havt trupulleikar og hevur roynt at tilpassa og betra sínar metingar. Men tað krevur sjálvandi sera góða akademiska grundgeving.

Sjálvandi veit eg hvat tølini vísa í dag. Men tá tað verður sett upp í akademiska grein, skulu útrokningar trykkprøvast. Somuleiðis vinnur tað, sum er í dag, hóast óvissan á tí er minst líka stór sum á tí nýggja. Tí skal tað nýggja verða sera gott, um tað skal góðtakast.

At fiska meðan fiskurin er, er ikki nakað nýtt. Soleiðis gjørdu øll fyrr. Tá fiskaðu øll, har mest var at fáa. Tá var veiðan 2,5 milliónir av toski og nú tá tað var allar best, var veiðan 1,4 mió. Og tað uttan at stovnurin nakrantíð var í vanda. Eldri fiskimenn minnast longur aftur, enn álítandi og trygg tøl hjá fiskifrøðini.

Út frá hesum, at tað er prøva fyrr og at hvør einasta útrokning eg havi gjørt tíður uppá tað sama, ger, at eg havi góðar vónir til at samstarv millum fiskifrøði og fiskimenn verður lyft upp á eitt heilt annað støði enn tað er í dag.

Eg skal eisini takka Olaf Olsen, Osmund Justinussen fyri tær upplýsingar eg havi fingið serliga í byrjanini. Mortan á Enniberg hevur eisini fortalt mær ymiskt. Minnist eisini nakað av tí Dávur Poulsen fortaldi fyri 32 árum síðan. Eyðun Hansen í Vestmanna er óførur at samla upplýsingar, sum eg eisini havi kunnað brúkt. Havi tosað við nógvar sjómenn og eisini verið heppin at siglt við nógvum góðum monnum. Fleiri í familjuni hava eisini fiskað nógv. Alt slíkt sum hevur stóran týdning og helst átti vitanin at verið gjørd vísindalig.

Tað lættir eisini um, at hava ein gamlan pápa, sum veit næstan alt gamalt og líka mikið hvat eg spyrji um fisk og skip so veit hann svarið. Onkuntíð sigur hann mær, hvørja bók eg kann hyggja í, um eg vil vita meira.
 
Eivind Jacobsen
Strendur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo