Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í morgin, leygardagin 15. septembur, er Rudda Føroyar átakið kring alt landið. Betri er høvuðsstuðul. Rudda Føroyar er partur av altjóða átakinum World Cleanup Day, ið verður sama dag.

Sambært Betri samtakinum er endamálið við stuðulinum at varpa ljós á umhvørvið og staðfesta, hvussu Føroyar kunnu gerast umhvørvisvinarligari. 

Rudda Føroyar átakið er í hvørjum króki í landinum. Tí ber til at røkka út at rudda, har onnur ikki røkka vanliga. Til dømis á økjum, sum eru uttan fyri kommunuøki og heima hjá privatfólki.

Betri upplýsir eisini í tíðindaskrivi, at starvsfólk í samtakinum fara at savnast at rudda í samband við starvsfólkadag í morgin.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo